Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Havsbrún og Karlamagnus hvør sín roktúr

Oliver Joensen

Tað hevur ligið sera væl fyri hjá hesum báðum útróðrarbátunum seinasta túr. Báðir komu inn í gjár, Havsbrún eftir knapt fýra døgn við 41.000 pundum av upsa og Karlamagnus eftir trý døgn við 33.000 pundum,

Teir dagarnar vit hava verið úti í ár, hevur fiskiskapurin verið heilt annarleiðis enn vit hava sæð trý, fýra tey seinastu árini. Vanligt hevur verið, at vit snellubátarnir hava ligið um eini 3-4000 pund um dagin hesa tíðina, men teir dagarnar vit eru slopnir út , um teir eru fáir, tað sum fari er av árinum, hava vit ligið um 10-11.000 pund av upsa upp á dagin og tað er stórbroyting, sigur Magnus Johansen, eigari og skipari á Kallanes. Umborð á Havsbrún er Óli Olsen, skipari.