Snellubátarnir Havsbrún og Karlamagnus komu inn aftur ídag, orsakað av at sagt verður frá vánaligum veðri komandi dagarnar.
Í morgun høvdu vit Óla Olsen, skipara á Havsbrún í telefonini, hann segði okkum, at tað var lítið av upsa at fáa, vit fingu 2000 pund í gjár, tað er ikki nøktandi, og tá so veðurmenninir spáa vána veður komandi dagarnar, so rokni eg við at vit fara til hús bara.
Í kvøld hittu vit so Magnus Johansen, skipara á Karlamagnus, ið eins og Havsbrún roynir eftir upsa við snellu. Vit hittu Magnus Johansen, júst sum hann var komin til hús í kvøld. Nei, segði Magnus, tað var ov lítið at fáa, vit fingu 4000 pund í gjár men bara 2000 pund ídag, so vit gjørdu av at fara inn, nú hann spáaði vind. Eg veit ikki um Havsbrún er komin inn, men hann segði at hann ætlaði sær inn, eg haldi at hann hevur fingið 4000 pund ídag.
Nú skuldi annars farið at verið besta tíð. Fyrr var upsatíðin frá heystinum og til mai juni, men seinnu árini er hon bara vorðin styttri og styttri og nú sýnist góða tíðin til upsa at vera beint áðrenn jól og til stutt eftir jól, nakað inn í nýggja árið.
Men tað man fara at bragda hjá okkum, tá hetta nosið er av. Vit hava onkuntíð gjørt roktur ímillum jól og nýggjár, so vit eru við gott mót, leggur Magnus Johansen afturat.




