Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Havsbrún sóknast eftir gomlum myndum

Helgi Abrahamsen

Havsbrún í Fuglafirði hátíðarheldur í ár, at 50 ár eru liðin síðani virkið tók ímóti fyrstu lastini.

Í tí sambandinum sóknast virkið eftir myndum frá hesum 50 ára skeiðinum. Talan kann vera um myndir úr Fuglafirði og frá Fuglafjarðar havn umframt myndir av og á Havsbrún.

Ætlanin er at brúka myndirnar í einum bóklingi um Havsbrún og møguliga eisini til eina framsýning.

Tað var tann 30. juni 1966, at sildaskipið “Beinir” landaði ta fyrstu lastina til virkið í Fuglafirði.


Talgildar myndir kunnu sendast til mynd@havsbrun.fo
Pappírsmyndir kunnu sendast til Havsbrún, Bryggjan, Fuglafjørður