Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Havstovan greiðir frá útbreiðsluni av makreli og sild í juli 2016

Helgi Abrahamsen

Kanningarnar av uppsjóvarfiski í føroyskum øki, sum Tróndur í Gøtu gjørdi, vístu, at nøgdin av bæði makreli og sild var størri í ár enn í fjør.

Nú eru tølini frá øllum skipunum sett saman, og hesi úrslitini vísa, at makrelurin stendur víða um í Norðureysturatlantshavi, meðan útbreiðslan av sild er meira avmarkað, serliga í altjóða og norskum øki.

”Makrelurin stendur heilt frá norðarlaga í Norðsjónum og norður móti Svalbard og vestur í Eysturgrønlendskan sjógv.” Tað skrivar Havstovan á síni heimasíðu.

Nøgdirnar eru tó ikki tær somu í øllum økinum, og er tað serliga í einum øki frá Norðsjónum norður um Føroyar og norður í altjóða sjógv at nógv er til. Eisini á suður- og vesturlandinum í Íslandi er nógvur makrelur, eins og á markinum millum grønlendskan og íslendskan sjógv.

Sildin er eystan og norðanfyri

Um sildina sigur Havstovan , at hon stendur í einum samanhangandi belti úr landsynningi í útnyrðing. Frá norðast í Norðsjónum, eystan og norðan fyri Føroyar, í ein útnyrðing yvir móti Íslandi og í kalda sjógvin norðan fyri Ísland inn í grønlendskan sjógv. Tó er sera lítið av sild í altjóða og norskum øki.

Nærri lýsing av útbreiðsluni

Hóast nógvur makrelur varð fingin í yvirlitstrolingunum í summar, var lítið og einki av makreli í økinum norður og eystur úr Íslandi.

”Grundin er tann at sjógvurin har er lutfalsliga kaldur samanborið við Atlantssjógv. Hinvegin trívist sildin væl í hesum kaldara sjónum, har vanliga nógv æti er,” skrivar Havstovan.

Eisini er vert at leggja til merkis, at eingin makrelur stendur í Íslandsdýpinum. Tað er tað djúpa økið suður úr Íslandi, djúpari enn 1000 m, millum Reykjanesryggin og Føroya-Rockallgrunnin. Vanliga er einki æti í hesum økinum mitt um summarið. Tó so, at kanningin í 2015 vísti at makrelurin stóð langt suður úr Íslandi, men hini árini hevur mynstrið verið sum í ár.

Sildin manglar góðar árgangir

Sera lítið av sild var at síggja í landnyrðingspartinum av Norskahavinum og yvir móti norsku strondini. Hetta kemst einamest av, at eingir góðir árgangir av norðhavssild eru komnir undan síðani 2004, og at tann smáa sildin stendur vanliga nærri Barentshavinum, har hon veksur upp. Tó sæst, at sild var at síggja út fyri Finnmørkini í ár. Hetta er 2013-árgangurin av norðhavssild, sum tykist verða komin fyri seg. Hesin árgangurin sást sum 0-gruppa á yngulkanningunum í 2013, so spennandi verður at vita, um hann fer at økja um gýtingarstovnin aftur komandi árini.

Útbreiðsla og nøgd av sild kunnu broytast nakað í mun til úrslitini frá yvirlitstrolingini, tá ekkókanningarnar frá øllum skipunum eisini verða tiknar við í metingina seinni í ár.

Harleyfacadeacryl