Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Havtaskan hvarv eftir stuttari tíð

Helgi Abrahamsen

“Mann má hava okkurt at samanlíkna við,” er svarið vit fáa frá Kristini Vilhelmsen, skipara og reiðara á garnabátinum Gudrun, tá vit fyrrapartin hitta hann á kaiini og spyrja hvussu gongur.

“Mann má hava okkurt at samanlíkna við,” er svarið vit fáa frá Kristini Vilhelmsen, skipara og reiðara á garnabátinum Gudrun, tá vit fyrrapartin hitta hann á kaiini og spyrja hvussu gongur.

“Tað vóru ár tá tað varð hildu at 5.000 pund var øðiliga lítið at fáa, men knappliga broyttist alt, og eingin veit hví,” sigur hann.

Kristin heldur, at tá eitt fiskaslag hvørvur so knappliga, so kann tað ikki vera uppfiskað.

“Møguliga er hitin í sjónum broyttur, ella er tað okkurt annað, sum spælir inn, men eingin veit,” sigur hann.

Fyrr varð ofta sagt, at ein vetur kundi vera slakkur til útróður, men tá vóru altíð ójøvn ár. Tað kom altíð okkurt gott ár aftur. Nú hevur verið lítið at fingið í nógv ár,” sigur hann.

”Einaferð vóru 40 útróðrarbátar í Klaksvík og teir vóru fullir av monnum, sum ikki høvdu nakað annað at liva av. Eg veit ikki hvat teir skuldu gjørt, um teir fingu so lítið, sum tað hevur verið at fingið tey seinastu nógvu árini,” sigur Kristin.

Gudrun roynir við gørnum alt árið, og teir royna bara á einum øki norðanfyri.