Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Havtaskan og V4 tøl

John William Joensen

Vit hava lagt til merkis, at Norðlýsið hevur funnist at Kringvarpinum í seinastuni, og hetta halda vit vera væl uppiborið.

Kringvarpið er blivið okkum ein dýrur kleppur, og tí er tað rætt, at føroyingar krevja eitt sindur av hesum stóra monopolinum.
Tað man neyvan bert vera vit, sum halda tíðindasendingarnar í vikuskiftunum vera sera jánkasligar og svøvntungar- endurtøkur frá døgunum frammanundan eru alt ov ofta á skránni, og ofta virkar tað sum púra ófyrireikað, og at tíðindamaðurin umsetir beinleiðis úr onkrum donskum handriti – vit hava varhuga av, at hetta man vera frá tekstvarpinum hjá danska útvarpinum. Ikki sjáldan kemur útvarpið nakrar minuttir ov seint í vikuskiftunum orsakað av afturvendandi "tekniskum trupulleikum" serliga frá "telduni," har er eftir øllum at døma ein telda, sum riggar illa serliga sunnumorgnar.
Við hvørt er hetta okkum ovboðið, sum nú seinastu viku, har sagt var frá einari havtasku, sum hevði svomið serliga langt, heilt til Íslands, og var vaksin 2 cm á vegnum. Hetta kann vera stuttligt og upplýsandi at hoyra eina ferð, men sum høvuðstíðindi einar tríggjar dagar, lisið við sama intensiviteti hvørja ferð, man vera í meira lagi. Hvussu langt kundi havtaskan ikki verið komin, um hon ikki hevði dvølt so langa tíð í Kringvarpi Føroya, men tað er kanska júst har, hon hevur vaksið seg tjúkka og stóra ?
Og so hasin stjórin, sum fær sinnið í okkum allar hvørja ferð til V4. Vit skriva tølini upp so hvørt sum tey koma sjálvandi, so kemur hann við øllum tølunum at enda, har vit skulu kontrollera, at vit hava skrivað rætt. Tá lesur hann skjótt, beint eftir bingotalvuni – tølini í talrekkjuni frá 0 og uppeftir. Hetta er púra vónleyst hjá eldri fólki at fylgja við í. At hann so samstundis kemur við óviðkomandi viðmerkingum sum " og tólvta talið er " ella "nú kemur ein blá kúla" kann bert gera forvirringina størri. Hevði Norðlýsið vilja gjørt so væl at fingið stjóran at sett onkran, sum hevur skil fyri tølunum í V4 at lisið upp, hevði tað verið gott. Hann sær annars so fittur út, so hann man neyvan gera tað við vilja fyri at arga ella forvirra okkum. Hetta er okkara nýggjársynski. Gott nýggjár til øll Føroya fólk.

Bindiklubburin.