Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hávur sín fyrsta sigur í Trygd kappingini

Jóhann Lützen

Norðoyingarnir úr Hávi fingu um vikuskifti sín fyrsta sigur nakrantíð, tá teir vunnu 47-29 móti Hamar 2

Norðoyingarnir úr Hávi fingu um vikuskifti sín fyrsta sigur nakrantíð, tá teir vunnu 47-29 móti Hamar 2

Nýggjasta kurvabóltsfelagið Hávur úr Norðoyggjum hevur vunnið ein og tapt ein dyst í Trygd kappingini í ár. Hamar 2 tók móti Hávi leygardagin í høllini á Argjahamri.

Talan varð um ein dyst millum tey bæði nýggjastu liðini í kappingini og hetta var eisini sjónligt í løtum. Ungu leikararnir høvdu ofta hug at gera ov skjótt av, ið oftani hevði við sær, at teir mistu bóltin óneyðugt. Men sum dysturin fráleið bleiv spælið munandi betri.

Hávur løgdu trýst á ungu Hamar mennirnir frá byrjan og hetta gav úrslit. Hávur vóru róligari í avgerandi støðunum og vóru eisini uppborið á odda 28-14. Hávur økti um leiðsluna í triðja fjórðingi 43-18. Síðsta fjórðingin gekk tó munandi betur hjá Hamar 2 og vunnu teir hann og fingu pyntað uppá endaliga úrsliti, sum gjørdist 47-29 til Háv.

Toppskjúttar í dystinum vóru fyri Hamar 2, Martin Dam Jacobsen við 10 stigum og fyri Háv, Kristmund Petersen við 12 stigum.