Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

HB aftur dømt at tapa dyst fyri at hava nýtt ólógligan leikara

John William Joensen

Talan er um dyst í 3.deild har sjálvur formaðurin í kappingarnevndini, Høgni í Stórustovu, spældi við

Dysturin var í 3.deild í Gundadali tann 18. apríl 2006 millum HB og VB/Sumba.
– Vit vistu beinanvegin at HB hevði nýtt ólógligan leikara tí hann var heimahoyrandi í AB.
– Tí sendu vit beinanvegin klagu til kappingarnevndina, men svarið vit fingu var at hetta málið mátti bíðja til Páll Mohr Joensen málið var avgreitt, sigur Poul Erik frá VB/Sumba við Norðlýsið.

Formaðurin í kappingarnevndini eisini málsviðgeri
Frá VB/Sumba verður sagt at teir munnliga hava fingið at vita at ein samd kappingarnevnd nú umsíður hevur dømt HB at tapa dystin men at teir bíðja eftir skrivliga úrskurðinum frá kappingarnevndini, sum vantandi kemur seinri í dag.
At HB brúkar ólógligar leikarar, er ikki ókent, men tað sum kanska er áhugavert í hesum málinum er at formaðurin í kappingarnevndini, Høgni í Stórustovu, sjálvur var partur at HB liðnum í Gundadali tann 18. apríl, og sum formaður í kappingarnevndini hevur hann eisini verið uppi í allari viðgerini av málinum.
Formaðurin í kappingarnevndini hevur sambært VB/Sumba tikið undir við at hansara egna lið verður dømt at tapa dystin.

VB/Sumba bíðjar nú eftir um HB eisini fer at kæra hetta málið allan vegin til ítróttardómstólin.