Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

HB er mest vinnandi í 2014

Jákup Ósá

Hóast eitt umfar er eftir at spæla í EFFO-deildini, og tað somuleiðis er greitt, at B36 vinnur fremstu deildina hjá monnum í ár, so eru tað grannarnir úr HB, ið fara at vinna flest heiðursmerkir í 2014, skrivar FSF á heimasíðu sínari.

Annað árið á rað hevur Havnar Bóltfelag vunnið flest heiðursmerkir í lands- og steypakappingunum, ið Fótbóltssamband Føroya hevur skipað fyri.

HB hevur í ár vunnið seks gull, tríggjar silvur og trý bronsuheiðursmerkir.

Nummar 2 í samlaða yvirlitinum verður árstalsfelagið úr Havn, B36. Teir hvítu í høvuðsstaðnum hava í ár vunnið fýra gull, tvær silvur og tvær bronsu, skrivar FSF.



Alt yvirlitið kann síggjast HER