Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

HB fær ein ella tveir leikarar afturat

Jákup Ósá

HB liðið, sum í Klaksvík vann 5-1, verður væntandi enn meira styrkt áðrenn kappingarbyrjan.

HB hevur seinastu tvey árini enda á 5. plássi og uttanfyri Europa luttøku. Felagið hevur tískil havt tvey soltin ár sæð í mun til søguna hjá felagnum. Í 2018 tykist HB liðið vera væl fyri. Royndur íslendskur venjari við nógvum meistaraheitum í íslendsku kappingini er komin til felagið og hesar fyrstu venjingardystirnar hevur HB staðið seg væl móti teimum bestu liðunum frá kappingini í fjør. Leygardagin vann HB heili 5-1 í Klaksvík móti einum KÍ liði, sum var heilt tætt uppat sterkastu uppstilling. Sigurin kundi enntá verið størri, tí tvær ferðir raktu frísparksroyndir yvirleggjaran og út hjá HB.

 

 

Fleiri leikarar á veg

HB hevur havt eina avísa útskifting í hópinum í vetur. Fleiri av royndu leikarunum eru farnir avstað, meðan ungir leikarar eru komnir til umframt ein íslending, sum leygardagin spældi á sentrala miðvøllinum. HB venjarin Heimir Guðjónsson sigur, at HB fær meir styrk.

– Vit fáa eina ella tveir leikarar afturat. Vit hava brúk fyri at styrkja hópin í miðverjuni og vónandi fáa vit ein miðvallarleikara eisini, sum er sentralur miðvallarleikari og/ella kantur. Vit hyggja allastaðni, men eg havi góð sambond við Ísland og teir leikararnir líkjast føroyskum leikarunum við tað, at teir arbeiða hart. So eg fari fyrst at hyggja til Íslands, sigur Heimir Guðjónsson við Norðlýsið.

Harleyfacadeacryl