Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

HB fingið ein netmiðil afturat

John William Joensen

Tað er helst søguligt, at eitt lið sum einki kort fær í einum dysti fær ummæli aftaná at spæla hart.Í síðstu viku byrjaði Dimma aftur á netinum. Blaðið sigur seg vera objektivt, men byrjanin á ítróttarøkinum hevur ikki verið merkt av objektiviteti.

Tað er helst søguligt, at eitt lið sum einki kort fær í einum dysti fær ummæli aftaná at spæla hart.Í síðstu viku byrjaði Dimma aftur á netinum. Blaðið sigur seg vera objektivt, men byrjanin á ítróttarøkinum hevur ikki verið merkt av objektiviteti.

Ein tann fyrsta greinin var eftir dystin millum KÍ og HB í Klaksvík sunnudagin. Og ummæli sum KÍ fyrst og fremst fær er, at liðið spældi hart spæl. Hetta má helst vera eindømi, tí KÍ fekk ikki eitt tað einasta kortið í dystinum, og tað er helst ongantíð komið fyri fyrr í dystum millum KÍ og HB. Í næstsíðsta dysti á Skála fekk KÍ tvey gul kort og áðrenn tað fekk liðið eitt gult kort móti B68. So trupult er at síggja nøkur tekin um hart spæl síðstu dystirnar, sum dimma.fo skrivar.

Tað er Ingi Rasmussen, sum tilsamans hevur spælt 150 dystir fyri HB í bestu deildini, sum hevur skrivað greinina. Hann var annars ein frálíkur leikari í síni tíð og var eisini á A-landsliðnum. Fleiri av hinum miðlunum í høvuðsstaðnum eru meir ella minni HB miðlar, so nú hevur HB fingið ein netmiðil afturat. Sigast skal, at dysturin als ikki var hart leiktur, í øllum førum ikki frá KÍ.

Einasti maður, sum mátti av vøllinum við skaða eftir eina takling, var KÍ leikarin Semir Hadzibulic.

Blaðið breggjar sær annars við at hava eina seriøsa redaktión og vísir á heimasíðu síni til eitt GRUNDSTØÐI, sum blaðið byggir sítt virksemið á. Her tykist tó í veruleikanum eingin botnur at verða.