Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

HB-fjepparar biðja um umbering

John William Joensen

Tað regnar í høvuðstaðnum í morgun og á heimasíðuni hjá HB biðja fjeppararnir um umbering

Tað kom sum verða mann illa við hjá HB, at tapa í Gundadali fyri KÍ og móti dystarendanum var eitt sindur ófriðarligt í HB skýlinum.

Papírslepar og bannorð skolaðu oman yvir dómararnar, tá farið var av vøllinum og hetta hevur fingið felagið hjá HB fjepparunum at skriva eina umbering á HB heimasíðuna:

Eftir umbøn frá REDLions hesar linjurnar:
Vit vilja við hesum biðja um umbering fyri neiligu viðmerkingarnar til dómaratoymið eftir dystin. Hetta skal ikki koma fyri aftur. Sæð í ljósinum av keðiliga úrslitinum vilja vit bara biðja tykkum bera yvir við okkum!

kelda: www.hb.fo