Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

HB flest leikarar uttanífrá – KÍ og B68 flestar egnar leikarar

Jákup Ósá

Norðlýsið hevur gjørt upp, hvørji lið í størsta mun satsa uppá egið fólk.

Norðlýsið hevur gjørt upp, hvørji lið í størsta mun satsa uppá egið fólk.

Í yvirlitinum er útgangsstøðið hóparnir í fjør og tað, sum alment hevur verið frammi um broytingar.

Listin yvir leikarar, sum koma uttanífrá sær soleiðis út:

HB: (9) Levi Hanssen, Fróði Benjaminsen, Jóhan T. Davidsen, Alex Jose dos Santos, Teitur M. Gestsson, Heini Vatnsdal, Bárður J. Heinesen, Símun Samuelsen og Rógvi S. Holm

AB: (8) Bárður Olsen, Jógvan Skeel Nolsøe, Andras Brixen, Mikkjal T. Hentze, Sorin Anghel, Morten B. Overgaard, Bjartur Kjærbo og Dmitrije Jankovic. Her er Hans Jørgensen ikki taldur uppí, tí hann sum skilst hevur spælt part av barnsdómsárinum í AB. Jógvan Isaksen og Magnus Egilsson venja við AB í løtuni.

B36: (8) Alex Mellemgaard, Tórður Thomsen, Adeshina Lawal, Høgni Midjord, Lukasz Cieslewicz, Símun Joensen, Trygvi Askham og Hørður Askham(kom frá HB í U16 aldri). Hanus Thorleifsson og Eli F. Nielsen venja við B36 í løtuni.

ÍF: (7) Karl Løkin, Kristoffur Jakobsen, Jákup Mikkelsen, Clayton Soares, Nenad Saric, Poul N. Mikkelsen og Hallgrím H. Hansen

EB/Streymur: (6) Pól Jóhannus Justinussen, Jónas Tór Næs, Niels Pauli Danielsen, René Tórgarð, Rógvi E. Nielsen og Gunnar Zachariassen

Víkingur: (4) Filip Djordjevic, Atli Gregersen, Geza Turi, Hans Jørgen Djurhuus

NSÍ: (3) Andras Gango, Magnus H. Olsen, Haraldur Højgaard. Jonhard Frederiksberg ikki tikið støðu enn.

Skála: (3) Pætur Dam Jacobsen, Karstin Justesen og Poul N. Poulsen

B68: (2) Evrard Blé, Bergur Gregersen

KÍ: (2) Ndende Adama Gueye og Jonas Flindt Rasmussen

Sostatt sæst, at tey feløgini, sum í løtuni hava flestar leikarar í hópinum, sum eru uppaldir í egnum felag, eru KÍ og B68. Hinvegin hevur HB flestar leikarar uttanífrá, men tað er væl møguligt, at AB fer framum, um teir fáa styrkin afturat, sum teir hava ætlanir um. Tá flytingargluggin stongir, fer nordlysid.fo at gera nýtt yvirlit yvir, í hvønn mun ymisku liðini brúka leikarar, ið eru uppaldir í egnum felag.

Fyrivarni verður tikið fyri, at sáttmála bundir leikarar, ið ikki eru komnir alment fram, ikki eru komnir við í yvirlitið