Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

HB funnið avloysaran fyri Teit

Jákup Ósá

Fyrrverandi HB málverji váttar fyri Norðlýsinum, at hann hevur tosað við HB í dag.

Sum skilst verður tað gamalkenningur, sum kemur aftur til HB at avloysa skadda Teit M. Gestsson.

Teitur M. Gestsson fekk ein skaða ídystinum sunnudagin, sum helst ger, at hann má sita uttanfyri íeina tíð. In.fo skrivaði eisini fyrr í dag, at HB hevur ætlanir um at fáa ein málverja inn, um Teitur ikki verður klárur til dystin móti B36 í steypakappingini komandi vikuskiftið. Tí sum skilst hevur HB valt at fáa nýggjan málverjainn í hópin. Hóast flytingargluggin er stongdur, so verðurundantaksloyvið givið, tá fyrsti málverjin er skaddur. Og góðarkeldur hjá Norðlýsinum vita at siga, at HB hevur verið í sambandvið Símun Rógva Hansen, sum í fjør vardi málið hjá AB, táhann eisini kom inn í landsliðshópin eftir sannførandi spæl.Símun Rógvi vardi HB málið í pørtum av kappingarárunum í2009, 2010 og 2012. Símun Rógvi er uttanlands í lestrarørindum, men verður helst keyptur heim til hesar dystirnar, har Teitur ikki fær spælt vegna skaða.

– Eg havi tosað við HB

Símun Rógvi Hansen sigur við Norðlýsið, at hann hevur verið í sambandi við HB í dag.

– Eg havi tosað við HB, men enn er einki endaliga avgjørt. Eg eri áhugaður, men nú mangla bara nøkur praktisk viðurskiftir sum leikaraloyvið o.a., sigur hann í stuttari viðmerking við Norðlýsið í kvøld.