Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

HB heimasíðan takkar KÍ fyri føðingardagsgávu

John William Joensen

Mestsum óveruligt, er yvirskriftin á heimasíðuni HB.fo: Tá vit allarminst væntaðu tað, sló 2. lið okkara til, so tað sang eftirí, og við trygga 4-0 sigrinum í Klaksvík, skal okkurt katastrofalt henda í seinna dystinum í Gundadali, um 2. lið hjá HB ikki er umboðað aftur í 2. deild komandi ár eftir tvey ár í 3. deild.

Kelda: www.hb.fo

Mestsum óveruligt

Fyrri kvalifikatiónsdystur til 2. deild: KÍ-HB 0-4 (0-1)
Eftir út av lagi ringu gongdina seinastu fleiri vikurnar, sum at enda kostaði HB "trygga" gullið í 3. deild, mundu tað vera tey fægstu HB-viðhaldsfólkini, ið trúðu uppá, at lið okkara gjørdi nakran vørr móti 2. deildarliðnum hjá KÍ í Klaksvík í dag. Men tey og vit onnur svartsíggjarar fingu annað at sannað, og takk fyri tað! Heimasíðan var ikki í Klaksvík, men sambært Norðlýsinum var sigurin ruddiliga uppiborin, ikki minst tá staðfest var, at KÍ ikki hevði ein einasta veruliga málkjans í øllum dystinum. Tað ljóðar rættuliga ótrúligt, men hesa einu ferðina velja vit altso at gloypa tíðindunum frá Norðlýsinum ráð! Flott-flott! HB-málini skutu Herman Mortensen, Roy Poulsen (hugaligt at síggja hann aftur á vøllinum) og Gunnar Mohr (hvør annar?). Fjórða málið – málið til 1-0 stutt fyri hálvleik – syrgdu klaksvíkingar sjálvir fyri. Enn ein gáva frá KÍ, og hesuferð enntá á sjálvum 100-ára stovningardegnum hjá HB! Tað hevði hinvegin verðið ein góð gáva at fingið frá okkara egnu leikarum, um teir tryggjaðu okkum endaligu uppflytingina tann 16. oktober – tað hevði verið ein SUPER endi á einum SUPER ári annars. Fyribils kunnu vit bara ynskja leikarum okkara tillukku við flotta úrslitinum í Klaksvík í dag og ynskja góða eydnu í seinna dystinum, TÁ verður heimasíðan uppá pláss!