Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

HB helt oftast málið reint

Jákup Ósá

HB hevur best hagtøl tá tað kemur til at halda málið reint, og tá tað kemur til at skora í flest dystum.

HB lat bara 20 mál inn í ár og hetta er tað næst minsta nakrantíð síðani kappingin í 2005 bleiv longd til 27 umfør. B36 eigur metið í 2005, tá liðið bara lat 17 mál inn í 27 dystum. Hetta merkir eisini, at HB er liðið, sum oftast hevur hildið málið reint. 12 ferðir er einki mál farið ígjøgnum hjá HB.

Talvan sær soleiðis út fyri at halda málið reint:

HB 12 ferðir málið reint

B36 9

EB/Streymur 9

Víkingur 8

NSÍ 7

7

ÍF 5

AB 4

Skála 4

B68 3

Verður hugt øvugt uppá, hvussu ofta liðini ikki hava megnað at skorað í einum dysti, so líkist myndin henni á stigatalvuni. Botnliðini B68 og Skála hava í umleið helvtini av teimum 27 dystunum ikki megnað at skorað nakað mál.

Talvan sær soleiðis út yvir lið, sum ikki hava megnað at skora mál í einum dysti:

Skála 14 ferðir ikki skorað mál (skorað í 13 dystum)

B68 13

AB 9

ÍF 6

6

EB/Streymur 6

NSÍ 6

Víkingur 3

B36 3

HB 2 (skorað í 25 dystum)

Kelda: FaroeSoccer