Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

HB hevur mist 8 leikarar

Jákup Ósá

Útskiftingin í HB hópinum hevur verið stór.

Útskiftingin í HB hópinum hevur verið stór.

Sigfríður Clementsen váttar fyri Norðlýsinum, at Magnus Egilsson, Øssur Dalbúð og Pál M. Joensen ikki vera partur av HB hópinum í ár. Tað merkir, at 8 leikarar, av teimum sum fingu spælitíð, eru farnir burturúr hópinum, sum spældi í seinnu hálvu í fjør. Niðanfyri vera teir leikararnir umrøddir.


Fróði Benjaminsen

Fróði var kanska ikki eins eyðsýndur í fjør sum árini frammanundan á HB liðnum. Men hann spældi í 22 dystum og nógvar dystir í eini miðverju, sum ikki lat so nógv mál inn. Hansara royndir koma kanska at mangla á HB liðnum. Var fyrr ofta maðurin, sum fekk á odda, á harðast leikti á og kundi røkja nógv ymisk pláss.

Jákup F. Hansen

20 ára gamli miðverjin spældi 11 dystir í fjør. harav einast 6 frá byrjan. Hevði ikki nakran stóran leiklut.

Pál M. Joensen

Spældi fyri tað mesta sum vinstri vongur og spældi 10 dystir frá byrjan. Hevði ikki eitt av sínum bestu kappingarárum.

Teit Jacobsen

Ein av mest eyðsýndu HB leikarunum í fjør. Teit fekk sítt veruliga gjøgnumbrot, men hagtølini við málum og uppleggum stóðu kanska ikki mát við góðu avrikini. Var so mikið eyðsýndur til royndarvenjingina í SønderjyskE, at hann fekk sáttmála við danska felagið. Ein missur fyri HB.

Magnus Egilsson

Ein av leikarunum hjá HB, sum hevði tað trupult í fjør. Spældi við í 19 dystum, men var til tíðir meir eykamaður enn inni á liðnum.

Christian R. Mouritsen

Var við í 22 dystum og var sum útgangsstøðið mettur sum ein av HB profilunum. Tað livdi hann ikki altíð upp til, tí 2016 var ikki eitt av hansara bestu kappingarárum. Hóast hetta, so var hann HB leikarin við flest uppleggum (7) eins og hann skoraði 5 mál.

Arnbjørn Hansen

Spældi bara 165 minuttir og sostatt verður álopsleikarin ikki saknaður í mun til kappingarárið í fjør. Tíðin í HB var merkt av nógvum skaðum.

Øssur Dalbúð

Var toppskjútti hjá HB við 13 málum. Avrikini vóru nakað óstøðug, har hann byrjaði og endaði væl. Í mun til spælitíðina, so skoraði hann nógv mál.

Samanumtikið

Av teimum 8 leikarunum, ið HB hevur mist, so høvdu fýra leikarar – Fróði, Teit, Christian og Øssur – ein stóran leiklut á liðnum í fjør. Har eru mál og upplegg, sum nú ikki eru í hópinum. Hinir vóru leikarar fyri breiddina ella ov skaðadarvaðir.