Men tað kemst fyrst og fremst vegna skaðastøðuna í Víkingi eftir hálvfinaluna á Skála hóskvøldið.
Í morgin verður 13. umfar í Effodeildini leikt. Burtursæð frá KÍ-NSÍ, sum verður leiktur á Norðoyastevnu. Niðanfyri verður mett um dystirnar.
AB-ÍF
AB var tætt við at fáa sín næsta sigur á rað seinast, men eina stigið sendi tó liðið upp á 7. pláss. Nummar 6 er ÍF og vinnur AB her, so eru bara 3 stig, ið skilja liðini. Tí er hetta ein avgerandi dystur eisini fyri ÍF, sum við tapi nærkast botnstríðnum, men sum vit sigri endaliga er leyst av botninum og aftur kann hyggja uppeftir. Tað er trupult at peika á ein vinnara her. AB hevur bara vunnið á TB higartil, men tapir vanliga ikki á heimavølli móti øðrum enn onkrum toppliði. ÍF hevur fingið góðar sigrar bæði í Trongisvági og á Toftum, so liðið kann eisini vinna á Argjum. Báðir dystirnir á Argjum í fjør endaðu við javnleiki og ein javnleik kunnu bæði liðini kanska liva við eisini hesaferð. Tipping: X (2-2)
B68-TB
B68 hevur ongan dyst vunnið enn, men merkiligt nokk, so hevur liðið framvegis stutt (4 stig) upp til 7. pláss. Nú er ein lyklauppgerð afturat á skránni. Bæði liðini mangla sín liðskipara. Hákun Edmundsson hjá B68 hevur leikbann og Rógvi Joensen hjá TB er skaddur. TB hevur spælt uttan Rógva í eina tíð, meðan missurin av Hákuni, ið eisini er toppskjútti, kann blíva størri hjá B68. Eg helt, at TB vísti í Klaksvík, at tað eru dygdir á liðnum. Teitur Olsen er framúr í miðverjuni og í álopinum er Albert Adu væl fyri í løtuni. TB má nú siga stopp fyri vánaligum úrslitum á útivølli móti kappingarneytum, sum liðið hevur fingið móti AB og Skála. Tipping: 2 (0-1)
B36-Skála
B36 er greiðasti favoritturin hetta umfarið. Á heimavølli er B36 sera væl koyrandi í ár, meðan Skála ongan dyst hevur vunnið á útivølli. Skála hevur eisini ein dyst frá mikukvøldinum í beinunum og liðið manglaði tá bæði Paula G. Hansen og Álv Christiansen. Vera teir heldur ikki við hesaferð, so er trupult at ímynda sær, at Skála fær stig. Tipping: 1 (3-0)
Víkingur-HB
Hetta er ein dystur, sum í útgangsstøðinum skal vera ein Víkinga sigur. Bæði útfrá gongdini í ár og útfrá innanhýsis uppgerðum í Sarpugerði seinastu árini. Men tá dysturin á Skála mikukvøldið var av, so hækkaðu møguleikarnir hjá HB ræðuliga nógv. Tað vóru ikki nógvir Víkingar, sum ikki haltaðu og eg dugi illa at ímynda mær annað enn, at Víkingur verður uttan fleiri leikarar hendan dystin. HB er í kreppu, um vit hugsa um úrslit, tí HB hevur bara vunnið ein av seinastu átta dystunum. Undir vanligum umstøðum hevði HB heldur ikki havt nakran møguleika í Sarpugerði í núverandi støðu, men tað at fleiri Víkingar eru skaddir og fleiri helst mugu spæla, hóast teir eru hálvskaddir, tað gevur HB ein góðan møguleika. Ein kann seta eitt 2-tal, men Víkingur tapir vanliga ikki í Sarpugerði, so kanska teir fáa hálað ein javnleik heim, men helst eisini kann brúkast undir umstøðunum hesaferð. Tipping: X (2-2)




