Sunnudagin byrjar Effodeildin aftur. KÍ stendur yvirfyri stórari uppgávu. Hagtølini siga eisini, at HB stendur sterkari, men núverandi KÍ venjari hevur tó góð úrslit at vísa á.
Sunnudagin byrjar Effodeildin aftur. KÍ stendur yvirfyristórari uppgávu. Hagtølini siga eisini, at HB stendur sterkari, men núverandiKÍ venjari hevur tó góð úrslit at vísa á.
Vit hava hugt eftir seinastu 20 dystunum millum HB og KÍ íGundadali. Har sæst, at HB hevur yvirtakið við 12 sigrum. Hinvegin hevur KÍ avseinastu 6 dystunum megnað at vunnið 3. Núverandi KÍ venjarin Eyðun Klaksteinhevur tvær ferðir áður roynt seg sum høvuðsvenjari móti HB í Havn. Har bleivtað til ein javnleik og ein sigur. Við javnleikinum í 2007 manglaði eisinilítið í, at KÍ vann tann dystin, tí vit skuldu heilt til 86. minutt, áðrenn HBjavnaði eftir at KÍ eisini hevði spælt við 10 leikarum seinastu løtuna.
Niðanfyri eru úrslitini frá seinastu 20 dystunum millum HBog KÍ í Gundadali.
2012: HB-KÍ 5-0
2011: HB-KÍ 1-4 og HB-KÍ 1-3
2009: HB-KÍ 4-2 og HB-KÍ 4-2
2008: HB-KÍ 0-1
2007: HB-KÍ 3-1 og HB-KÍ 1-1
2006: HB-KÍ 5-1
2005: HB-KÍ 2-1
2004: HB-KÍ 1-1
2003. HB-KÍ 3-2
2002: HB-KÍ 4-1
2001: HB-KÍ 1-2
2000: HB-KÍ 1-0
1999: HB-KÍ 1-2
1998: HB-KÍ 4-0
1997: HB-KÍ 3-0
1996: HB-KÍ 3-3
1995: HB-KÍ 5-0




