Toppdystur var í Gundadali millum kvinnuliðini hjá HB og KÍ í kvøld. Norðlýsið fylgdi dystinum.
Toppdystur er í Gundadali millum kvinnuliðini hjá HB og KÍ í kvøld. Undan dystinum er KÍ oddalið við 9 stigum og fullum stigatali, meðan HB hevur 6 stig fyri 4 dystir og liggur á 3. plássi.
Líkindini eru frálík á niðara vølli, har dysturin verður spældur.Dysturin byrjaði kl. 19.08.
KÍ uppstillingin er hendan: Ana Ivanov – Sigrid Jacobsen, Bara S. Klakstein, Ragna Patawary, Katrina Akursmørk – Rannvá B. Andreasen, Asa K. Thomsen, Olga K. Hansen, Erla Christiansen – Eyðvør Klakstein, Malena Josephsen.
8 min.: Tað gongur javnt á. Kanska søkir KÍ meira at, men enn hevur eingin stórur mál møguleiki verið, men KÍ hevur havt nøkur langskot og okkurt hornaspark.
16 min.: KÍ trýstið øktist og tað endaði við máli eftir hornasparksstøðu. Rannvá legði inn fyri og Sigrid skallaði bóltin í málið. 1-0 til KÍ, sum er uppiborin leiðsla.
22 min.: KÍ hevur yvirvág, men HB er komið betri við eftir málið hjá KÍ. HB hevur eisini havt ein stóran møguleika, tá HB leikari kom ímillum afturlegging. Men Milja R. Simonsen skeyt viðsíðuna úr spískum eftir at hon var komin framvið KÍ málverjanum. HB søkir meir og meir at.
29 min.: Hjá HB spælir profilurin Heidi Sevdal sum verjukendur miðvallarleikari. Tað ger miðvøllin hjá HB kanska sterkari enn annars, men hinvegin manglar HB hana í álopinum, har HB leikararnir ikki enn hava víst neyvleika. Tað gongur framvegis javnt á og seinastu løtuna hevur spælið gingið fyri seg á miðvøllinum.
38 min.: Góður møguleiki til HB uppá skjótálop. Milja spælir uppá tvørs til Heidi, sum var komin fram við, men við vinstra beini fekk hon ikki nóg hart skot á og so var lætt hjá málverjanum at bjarga.
41 min.: Bæði liðini søkja at, men í løtuni manglar tann heilt stóri møguleikin. Framvegis 1-0 til KÍ.
Hálvleikur: 0-1
KÍ hevur tepra leiðslu í hálvleikinum við máli frá Sigrid Jacobsen. KÍ sat eisini á tí mesta fram til málið í 16. minutti. Men síðani hevur dysturin javnað seg út og HB hevur havt fleiri góðar møguleikar og hevur verið eins nær við at skora sum KÍ. Sostatt er stórur spenningur undan 2. hálvleiki. Vinnur KÍ, so verður stórt glopp millum KÍ og HB, meðan HB við sigri kemur ájavnt við KÍ í stigum, tó at tær í HB hava spælt ein dyst meir.
53 min.: Ótrúligt at KÍ ikki hevur økt, har KÍ leikarar í trimum førum stóðu sera væl fyri. Men hvørja ferð var antin málverji ella HB útileikari fyri. Burtursæð frá hesi støðuni, so er HB framvegis væl við í dystinum.
58 min.: HB hevur havt tveir risa møguleikar seinastu løtuna, men serbiski málverjin hjá KÍ hevur víst stórspæl. Í eina førinum við meistarligari bjarging, meðan hon eitt sindur heppið fekk bóltin í hnum førinum, tá hon var komin langt út úr málinum. Milja Simonsen er leikarin, sum skapar nærum allar vandastøðurnar hjá HB, men frammanfyri málinum hevur hon ikki havt hepni við sær enn.
60 min.: Reytt kort til KÍ miðverju leikaran Ragnu Patawary eftir, at hon fekk sítt seinna gula kort.
62 min.: Malena Josephsen er farin aftur í miðverjuna hjá KÍ, sum spælir í undirtali.
63 min.: Brotsspark til KÍ!
65 min.: Erla Christiiansen fór umkoll og dómarin floytaði fyri brotssparki. Rannvá var trygg frá 11-metra pletinum og so er 2-0 til KÍ í einum annars jøvnum dysti.
75 min.: KÍ hevur fingið nógv betri tamarhald á dystinum eftir, at liðið misti ein leikara. Nú situr KÍ á dystinum og hevur havt onkran góðan møguleika. Evy á Lakjuni er komin á vøllin fyri Erlu Christiansen.
Liðugt: KÍ vann 2-0
Tað hendi ikki nógv seinasta korterið. KÍ stýrdi dystinum og einu ferðina endaði bólturin á yvirleggjaranum. KÍ hópurin tóktist eftir dystin væl nøgdur við sigurin sum ger, at KÍ framvegis hevur fult stigatal.
Les hagtøl úr dystinum
HER