Eisini ein annar dystur er fluttur.
Nú er greitt, at tveir dystir hjá KÍ hava fingið nýtt dato. HB-KÍ var settur til vikuskiftið 2. september, men kann ikki spælast tá, tí KÍ hevur útidyst 31. august í Moldova og hevur sambært reglunum hjá FSF, sum feløgini hava fingið fyrr í ár, rætt til fýra dagar hvíld, tá dystir eru á útivølli í altjóða kapping. Dysturin er ístaðin fluttur til beint eftir landsliðssteðgin og verður leiktur 15. september.
B68-KÍ er av tí sama fluttur frá 17. september til 18. september.


