Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

HB kvinnurnar fingu avsmurning á heimavølli ídag, heili 1-7

Oliver Joensen

KÍ kvinnurnar hølvaðu HB kvinnurnar av ídag í Gundadali. Fyrri hálvleikur var javnur, javnt gekk á, mest tí KÍ kvinnurnar fingu ikki spælið rættuliga at koyra, tó endaði hálvleikurin við einum 2-1 sigri til KÍ kvinnurnar.

Í seinna hálvleiki gekk væl hjá KÍ kvinnunum, og tá KÍ kvinnurnar komu uppá 4-1 fór luftin úr HB kvinnunum.. Spælið hjá KÍ gekk skjótari skjótari, tær spældu út í síðurnar, inn fyri, og mál, endaliga úrslitið 7-1 til KÍ kvinnurnar. 

Áðrenn dystin varð hildið at HB var sterkasta mótstøðuliðið, men tær vístu ikki nógv ídag. Áhugavert verður tí at síggja hvat Skála kann gera sunnudagin um eina viku.

Fyri KÍ kvinnurnar skoraðu Rannvá B. Andreassen 3, Gudny Johannesen 2, Maria Klakkstein 1, Laila Pætursdóttir 1. 

Einsamalla málið hjá HB kvinnum stóð Heidi Sevdal fyri.