Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

HB-leiðslan undir trýsti

nordpres

FSF hevur nú fingið harraboð frá FIFA um at fáa skil uppá steypakappingina. Fótbóltssambandið hevur álagt HB at taka málið úr Fútaraættinum uttan treytir. Ivasamt er, um finalan verður leikt á ólavssøku.

Havnar Bóltfelag støðgaði steypakappingini um Løgmanssteypið í Fútarættinum mikudagin. Heimasíðan hjá Fótbóltssambandinum veit nú at siga, at FIFA als ikki kann góðkenna, at ein træta innan fótbóltsheimin endar í einum sivilum dómstólið. FIFA hevur nú kravt av FSF, at felagsskapurin fær skil á sínum viðurskiftum og at FSF brúkar sínar sanktiónsmøguleikar í hesum sambandi. Á fundi fríggjadagin hevur nevndin hjá FSF álagt HB, at taka málið úr Fútarættinum í seinasta lagi ídag, leygardag, áðrenn kl. 12 og at hetta er treytaleyst. Við Portalin.fo, sigur stjórin í Havnar Bóltfelag, Steinfinn Mittelstein, at leiðslan ætlar ikki at skunda sær, so ivasamt er, um hendan freistin verður hildin.
Tí bendir alt á, at tað verður sett hart í móti hørðum. Frá øðrum líknandi málum í altjóða felagsskapinum FIFA, verður langa hart út í móti limalondum, sum ikki halda trætur innanfyri fótbóltsfamiljuna. Tí er eingin ivi um, at FIFA neyvan fer at góðtaka, at eitt lítið limaland ikki heldur hesar reglurnar.
Einki bendir á, at seinasta orðið er sagt í hesi yvir 100 daga longu trætuni.
FSF hevur samstundis boðað frá, at dystirnir í kappingini um Løgmanssteypið eru útsettir fyribils og møguliga kemur hetta at merkja, at finalan ikki verður leikt á ólavssøku.