Lagt var upp til ein spennandi dyst í Gundadali í dag. HB skuldi hitta KÍ og sum so mangan áður, so fingu vit ein sera spennandi dyst. Tað var KÍ sum lá omaná leikliga, men HBararnir vóru vandamiklir í mótálopum.
Men úrslitið bleiv at KÍ, við styrki, umhugsni og neyvleika legði seg enn longur fram í landskappindini. KÍ vann dystin við trimum málum ímóti tveimum.
Sera nógvir KÍ viðleikarar vóru møttir, og tað vóru teir, ið stýrdu fagnaðinum í Gundadali í dag. KÍararnir ætlaðu sær oman á “KÍ trappuna” í Havn eftir dystin.
Her nakrar myndir frá dystinum:




