Tað verður ein kendur málverji hjá mótstøðuliðinum hjá HB í EuropaLeague.
David James er bæði málverji og hjálparvenjari hjá íslendskaliðinum ÍBV. James er 42 ára gamal og hevur m.a. leikt við Liverpool, AstonVilla, West Ham, Manchester City og Portsmouth. James hevur leikt 53landsdystir fyri Ongland.
Lutakøstini hjá føroysku liðunum vóru annars:
Víkingur-Turku
ÍF-Linfield
HB-ÍBV
Champions League:
FC Lusitans-EB/Streymur




