Sambart samteljing, sum FSF á hvørjum ári kunngerð í samband við ársfrágreiðingina, vann HB flest heiðursmerkir og KÍ var nummar tvey.
B36 vann einki gull heiðursmerki í landskappingini í fjør
KÍ, HB og NSÍ vunnu hvør síni trí gull heiðursmerkir meðan eitt nú B36 einki gull heiðursmerki vann í landskappingunum.
GÍ vann flest silvur heiðursmerkir (4), og B36 vann næstflest silvur (3).
Tilsamans vann HB níggju heiðursmerkir í landskappingum og KÍ vann sjey heiðursmerkir.
Nummar trý gjørdust GÍ og B36 við hvørs sínum fimm heiðursmerkjum.
KÍ vann flest heiðursmerkir í steypakappingum
KÍ var í flest steypafinalum (trimum) og vann eina og fekk silvur í tveimum
EB/STR var í tveimum finalum og vann gull og silvur.
HB var í tveimum finalum og vann báðar.
B36 luttók í einari og tapti hana.
VB/TB var í tveimum og vann gull og silvur.
NSÍ, GÍ og Skála vóru í einari finalu hvør og Skála og NSÍ vunnu gull meðan GÍ mátti taka til takkar við silvur
Tað gongur eisini væl hjá Kí í ár – felagið er longu komið í tríggjar av sjey møguligum finalum – og er væl á veg í tað fjórðu – við tað at 1.deild kvinnur vunnu fyrru semifinaluna móti Víkingi 4-1.
TRÝST HER FYRI AT SÍGGJA FRÁGREIÐINGINA
Talvan er á síðu 104




