Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

HB ongantíð í søgu felagsins skorað so fá mál

Jákup Ósá

Tað er søga í keðiligum týdningi hjá HB fyrstu 9 umførini í ár.

Tað er søga í keðiligum týdningi hjá HB fyrstu 9 umførini í ár.

HB er komið illað frá byrjan í Effodeildini í ár. Dysturin í gjár var sera avgerandi fyri støðuna á stigatalvuni. HB tapti dystin, er 9 stig aftanfyri oddin og hevur bara vunnið tveir dystir fyrsta triðingin í ár. HB liggur í løtuni á 6. plássi. Serliga illa hevur gingist at skora mál. Bara 8 ferðir hevur HB skorað mál fyrstu 9 umførini. Tað er søguliga vánaligt, tí í søgu felagsins hevur HB ongantíð skorað so fá mál fyri 9 umfør. Tølini eru eitt sindur skelkandi, tí tað nærmasta er 14 mál, sum HB í 2015 og 2011 skoraði eftir 9 umfør. Annars er tað næstan altíð 16 mál ella fleiri. T.v.s. minst tvífalt so nógv mál sum í ár í annars stoltu HB søguni.

HB mál eftir 9 umfør:

2017: 8 mál

2016: 16

2015: 14

2014: 22

2013: 22

2012: 18

2011: 14

2010: 17

2009: 23

2008: 20

2007: 21

2006: 24

2005: 24

2004: 22

2003: 22

2002: 27

2001: 19

2000: 20

1999: 16

1998: 22

1997: 29

1996: 17

1995: 20

1994: 23

1993: 18

1992: 19

1991: 22

1990: 19

1989: 24

1988: 20

1987: 27

1986: 16

1985: 16

1984: 18

1983: 15

1982: 16

1981: 25

1980: 19

1979: 30

1978: 19

1977: 17

1976: 25

1975: 28

1974: 36

1973: 39

1972: 39

1971: 58

Kelda: FaroeSoccer

Harleywoodpaint