Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

HB profilur skaddur

Jákup Ósá

Missur týðandi dystir hjá HB komandi vikurnar eftir skaða í steypadystinum móti Giza/Hoyvík í kvøld.

Spælir neyvan komandi vikurnar eftir skaða í dystinum móti Giza/Hoyvík í kvøld.

HB hevði stórar trupulleikar av Giza/Hoyvík í steypakappingini, men at enda vann liðið uppibornan 4-1 sigur. HB stillaði upp í sterkastu uppstilling av teimum tøku leikarunum. Og so er spurningurin, um teir í HB angra, at teir byrjaðu inni við Arnbirni T. Hansen, sum í fleiri ár hevur verið óheppin við skaðum. Tí um miðjan seinna hálvleik mátti Arnbjørn av vøllinum við skaða. Tá sá ikki vandamikið út, men Arnbjørn helt fyri baklærið og á leikaranum sjálvum sást týðuliga, at hann sá skriftina á vegginum við skaðanum. Norðlýsið frættir út HB í kvøld, at Arnbjørn fekk eina fiburspreinging í baklærið.

Hetta er ikki ókendur skaði hjá Arnbirni. Í 2013 fekk Arnbjørn sama skaða móti Íslandi í vinardysti. 10 dagar seinni var hann ivasamur til steypafinaluna hjá EB/Streymi. EB/Streymur prøvaði at satsa við honum, men longu eftir 13 minuttum mátti hann av vøllinum, tí hann var týðuliga ikki klárur. Tá gingu 6 vikur til hann spældi aftur. Í 2014 misti Arnbjørn eisini fyrstu umførini vegna líknandi skaða.

Sostatt er neyvan nakar hugsningur um at spæla komandi vikurnar. So vil tíðin vísa, hvussu drúgvur skaðin er, men helst tosa vit um minst 3 vikur fyri slíkan vøddaskaða, men boðini um, hvussu leingi Arnbjørn verður úti, fær hann helst seinni i vikuni. 

Missir týðandi dystir

HB, har hin álopsleikarin Andrew av Fløtum eisini er darvaður av skaða í løtuni, spælir sunnudagin týðandi grannauppgerð móti B36. Eftir tað er dystur móti einum øðrum FM favoritti, tá Víkingur vitjar i Gundadali. Skráin hjá HB komandi 6 vikurnar er hendan:

26. apríl: HB-B36

3. mai: HB-Víkingur

10. mai: TB-HB

14. mai: HB-KÍ

17. mai: AB-HB

21. mai: Hálvfinala í steypakappingini

25. mai: HB-ÍF

31. mai: B36-HB

3. juni: Hálvfinala í steypakappingini