Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

HB skoraði tvífalt fleiri mál enn B36

John William Joensen

Sambært hagtøl-unum skoraði HB (66 mál) næstan tvífalt fleiri mál enn B36. KÍ (40 mál) sum endaði á sjeynda plássi skoraði tvey mál fleiri enn B36 (38 mál).

Nú landskappingin í fótbólti er liðug er áhugavert at hyggja í hagtølini fyri Formuladeildina.

Jákup Mikkelsen munurin!
Nógv hevur verið tosað um at KÍ manglar ein málskjútta, men skulu vit brúka hagtølini so tykist hetta ikki vera rætt tá KÌ jú skoraði tvey mál fleiri enn føroyameistararnir, sum tó vóru heili 29 stig frammanfyri KÍ tá kappingin endaði.
Svarið finna vit í tølunum fyri tapt mál, og er sæst eisini hvussu B36 endaði fremst.
Einans 17 mál í 27 dystum fóru inn um hjá Jákupi Mikkelsen í B36 málinum.
Jákup hevur megnað at hildið tætt í næstan øðrum hvørjum dysti. Hagtølini siga at í 12 dystum er einki mál farið ígjøgnum hjá Jákupi so tað er eingin ivi um at hann hevur havt avgerandi týdning fyri úrslitið hjá B36.

Týdningarmikið at hava góða verju
Samanbera vit so verjurnar so síggja vit at Skála hevur latið næstan tvífalt so nógv mál inn sum B36 (30 t.mál) og HB hevur latið 35 mál til mótstøðulið. Taka vit so KÍ, sum endaði á sjeynda plássið, so fóru heili 52 mál inn í hvít/bláu meskarnar. Tað má sigast at vera langt lop frá hesum og so til tey 17 málini sum B36 verjan noyddist lata fara afturum seg.
Umskrivað hagtøl
Um vit seta liðini upp eftir hvør íð hevur skorað flest mál so sær úrslitið av Formuladeildini soleiðis út.
Nr. 01 HB 66 mál
Nr. 02 NSÍ 58 mál
Nr. 03 Skála 55 mál
Nr. 04 EB/Str. 48 mál
Nr. 05 KÍ 40 mál
Nr. 06 B36 38 mál
Nr. 07 VB 36 mál
Nr. 08 GÍ 35 mál
Nr. 09 ÍF 32 mál
Nr. 10 TB 26 mál

Álopið hjá TB ov vánaligt
Um vit so arbeiða meira við hagtølunum so er eingin ivi um at orsøkin til at eitt nú TB flytur niður í 2.deild er at teir hava skorða ov lítið, tí um vit hyggja eftir minus málunum, tvs. mál sum einstøku liðini hava latið inn í egið mál, so er TB nr. 5 á listanum og tí má sigast at verjan hjá TB stendur seg væl um samanborið verður við hini liðini í Formuladeildini.

Umroknað hagtøl
Úrslit um kappingin verður útroknað soleiðis at tey sum hava tapt minst mál eru ovast á listanum.
Nr. 01 B36 – 17 mál
Nr. 02 Skála – 30 mál
Nr. 03 HB – 35 mál
Nr. 03 EB/Str. – 35 mál
Nr. 05 NSÍ – 44 mál
Nr. 06 TB – 49 mál
Nr. 07 KÍ – 52 mál
Nr. 08 VB – 57 mál
Nr. 08 ÍF – 57 mál
Nr. 10 GÍ – 58 mál

Besta liðið vann
Hagtøl kunnu snarast ymsar vegir, men tað eru stigini sum telja og her gjørdist B36 vinnarin sum fór av stað við FM-heitinum 2005. Hetta var eisini fult uppiborið tí hóast teir ikki skoraðu so nógv mál sum eitt nú HB so dugdu teir at halda tætt og tí vóru teir besta liðið 2005.
TB hinvegin dugdi eisini at halda tætt, og lótu færri mál fara inn enn KÍ, VB, ÌF og GÍ men teir vóru ov veikir í hinum endanum og tí noyðast teir tað tungu leið við einvegis ferðaseðli niður í 2.deild.

Tillukku B36
Norðlýsið

jwj