Løgmanssteypið setti síni spor longu í kvøld.
Leygarkvøldið vann HB løgmanssteypið 2019 og tryggjaði sær Europa luttøku fyri 2020. Men í útsetta dystinum í kvøld, bara fýra dagar eftir steypafinaluna, sást, at HB møguliga fer í bólkin av liðum, sum nærum gevast at vinna eftir løgmanssteypasigur. Hetta sama hava vit sæð fleiri ferðir onnur ár hjá øðrum liðum. HB fekk í kvøld sítt vánaligasta úrslit í ár, tá liðið tapti 1-0 móti EB/Streymi. Hetta er fyrstu ferð í ár, at EB/Streymur vinnur móti einum topp 5 liði.
Fyri KÍ er hetta keðilig tíðindi, tí HB hevur dystir eftir móti báðum kappingarneytunum hjá KÍ, ið eru B36 og NSÍ, meðan KÍ og HB ongan dyst hava eftir í ár.


