Á heimasíðu felagsins (www.hb.fo) boðar HB frá, at felagið afturkallar fútabannið, men heldur fast um at royna málið í ítróttardómstólinum
Tíðindaskriv:
Orsakað av at málið nú er blivið so álvarsligt, hevur HB avgjørt í gjárkvøldið at afturkalla fútabannið.
Vit hava verið á fundi við ÍSF og FSF, sum Heðin Mortensen, ÍSF-forsetið, hevði kallað inn til. Hetta var ein sera góður og positivur fundur, har partarnir høvdu høvi til at lýsa sjónarmiðini.
Vit bíða nú spent eftir niðurstøðuni av avgerðini hjá Ítróttardómstólinum. Tá tann avgerðin fyriliggur, er málið endað frá okkara síðu.
Við ítróttarkvøðu
HAVNAR BÓLTFELAG




