Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

HB vann á Eiði

Jákup Ósá

Andrew av Fløtum aftur at síggja í HB uppstillingini.

Venjingardystur var á nýggja vøllinum á Eiði í kvøld millum EB/Streym og HB.

Lat tað vera sagt beinanvegin, at alt bendur á, at EB/Streymur hevur fingið ein frálíkan vøll afturat, nú tað skjótt aftur kann spælast Effofótbóltur á Eiði. Enn er skýlið ikki liðugt og áskoðaraviðurskiftini eru tí ikki komin uppá pláss. Nýggi vøllurin á Eiði liggur mitt í bygdini í vøkrum landslagi og sum skilst er talan um veðurgott pláss. Ljós viðurskiftini eru millum tey bestu í landinum. Ljósið á vøllinum er í miðal 318 lux og tí livir ljósstyrkin væl og virðiliga upp til krøvini um ljós, ið koma at vera frá kappingarárinum 2018. Kravið verður minst 250 lux.

Nógvir áskoðarar vóru til dystin, tá hugsað verður um, at talan var um ein venjingardyst eitt mikukvøld fyrst í februar. EB/Streymur er flutt upp og hjá felagsliðnum eru tíðirnar nú øðrvísi enn fyri nøkrum árum síðani, tá EB/Streymur sum oftast var millum favorittarnar at vinna FM undan kappingarárinum. Í ár ræður tað helst fyrst og fremst um at halda sær í deildini við einum liði, sum á manningarsíðuni minnir meir um liðið, sum flutti niður í 2015 enn um liðið sum vann FM í 2012. Hjá HB er støðan øðrvísi. Málsetningurin er at vinna FM og í løtuni verður arbeitt við at finna røttu leikararnar til hópin, ið skal útføra málsetningin. Fleiri leikarar vóru á vøllinum, ið enn ikki hava sáttmála og tí skulu royna at spæla seg til ein slíkan við sannførandi avrikum.

Andrew aftur í HB uppstillingini

Hjá HB var Andrew av Fløtum aftur at síggja í HB uppstillingini. Fyrr í ár skrivaðu vit um, at HB legendan vandi við fullari ferð og kring vøllin var semja um fyrstu løtuna av dystinum, at Andrew eisini framvegis hevur nakað at geva liðnum við sínum teknisku førleikum. Andrew spældi tó ikki so leingi, tí um miðjan fyrra hálvleik fór hann út fyri Trónd Jensen, ið seinni skuldi vísa seg at fáa avgerandi leiklut. Tí HB vann dystin 1-0, har Tróndur skoraði eftir, at málverjin ikki megnaði at halda einum langskoti. Sum heild var talan um ein javnan dyst, har EB/Streymur hevði fleiri heilt stórar møguleikar at skora eins og HB kundi havt skorað okkurt mál afturat. Av leikarunum hjá HB í kvøld, sum enn ikki hava sáttmála, vóru Thiago Pinto Borges, Andrew av Fløtum, Sebastian Pingel og Poul Thomas Dam.

HB byrjaði við hesum liðnum (4-2-3-1): Teitur M. Gestsson – Heri Mohr, Jóhan T. Davidsen, Bartal Wardum, Ári M. Jónsson – Rókur av Fløtum Jespersen, Heðin Hansen – Levi Hanssen, Thiago Pinto Borges, Sebastian Pingel – Andrew av Fløtum. Seinni komu Tróndur Jensen, Poul Thomas Dam, Adrian Justinussen, Daniel Johansen, Jákup Pauli Breckmann, Ari M. Olsen og Hjalti Djurhuus á vøllin.

EB/Streymur byrjaði við hesum liðnum: Símun J. Wolles – Poul G. Olsen, Árni G. Olsen, Andras Olsen, Jóhannes Hansen – Brian Olsen, Rói Olsen, Dan í Soylu – Leif Niclassen, Tóki á Lofti, Arnar Dam. Seinni komu Niklas Kruse, Jónstein Magnussen, Tóki Johannesen, Ragnar B. Danielsen, Allan Midjord og Jan á Høgaryggi á vøllin.