Dystarfrásøgn: Heldur ikki hesaferð megnaði KÍ at geva HB stórvegis mótstøðu í Gundadali.
Dystarfrásøgn: Heldur ikki hesaferð megnaði KÍ atgeva HB stórvegis mótstøðu í Gundadali.
KÍ vísti alt ov stóra virðing
Seinastu árini hevur KÍ ikki giviðHB stórvegis mótstøðu í Gundadali, tí líka síðani 2011, táHB lá í botninum, so hevur KÍ ikki skorað og ei heldur nakrantíðtapt við minni enn tveimum málum. Og tað sær ofta út sum, atdysturin í Gundadali móti HB er taptur, áðrenn hann er spældur.Og tað var eisini hetta, sum sást aftur í fyrra hálvleiki. HBsetti seg á dystin frá fyrsta sekundi, og tað var bara spurningurum tíð, áðrenn HB skoraði. HB fekk eisini eina 2-0 leiðslu, táRené S. Joensen við langskoti, sum ikki hevði stórvegis megi, skoraði og so økti Levi Hansseneftir, at Atli Danielsen misti bóltin á brotssteigarmarkinum. KÍroyndi sum fráleið at søkja at HB málinum, og Jóannes Bjartalíð kom nærmastvið, men fekk ikki ordiligt skot á. Sum heild ein fyrri hálvleikur, har HBsat á tí mesta og einu ferðina endaði bólturin áyvirleggjaranum. 2-0 var í tráð við leikgongdina í fyrrahálvleiki.
Góðkendur seinni hálvleikur hjá KÍ
Í seinna hálvleiki økti Alex dosSantos beinanvegin við beinleiðis frísparki. Og tað var sum at3-0 málið broytti dystargongdina, tí KÍ kom tá betri við ogHenry Heinesen legði góðan bólt afturum HB verjuna til Páll A.Klettskarð, sum skoraði fyrsta KÍ málið í Gundadali móti HB í4 ár. KÍ spældi í seinna hálvleiki við nógv størri trúgv ogvirðingin fyri HB liðnum var ikki eins stór. KÍ álopsspæliðbleiv meira ágangandi og klaksvíkingar fingu fleiri góðar støðurog onkrar góðar møguleikar. Hetta fánaði tó út móti endanum,tá dysturin tóktist avgjørdur. Bæði liðini fingu mál kolldømdí seinna hálvleiki, men endaliga støðan gjørdist 3-1 og íveruleikanum var ongantíð spenningur um, hvør vinnarin skuldi veraav dystinum. Tó kunnu klaksvíkingar fegnast um, at seinnihálvleikur var góðkendur, har KÍ kanska hevði munin í spæli ogmøguleikum, men tað var alt ov seint, tí longu í 50. minutti var dysturin nærum avgjørdur. Seinasta korterið slapp evnaríki 17 ára gamliJóannes K. Danielsen á vøllin og fekk sostatt sína ”debut” íbestu deildini. Hann stóð seg væl hesa løtuna og kom til einstóran møguleika, men skeyt uppum.
KÍ kann fegnast um, at liðið ikkiskal spæla aftur í Gundadali í ár móti HB, tí hesir dystirnirtykjast passa liðnum ótrúliga illa. HB kann fegnast um, at liðiðnú tykist vera komið í gongd og hevur 7 stig fyri seinastutríggjar dystirnar.




