HB vann eina sera undirhaldandi steypafinalu hjá U16 eftir longda leiktíð.
Tórsvøllur: Finalan um Blaðberasteypið er í løtuni og HB er á odda 2-1, har møguleikarnir hava verið til nógv fleiri mál til HB.
Jákup Thomsen legði HB á odda, men Meinhard Olsen javnaði við beinleiðis frísparki stutt eftir. Burtursæð frá hesi løtuni millum fyrsta HB málið og útjavnandi NSÍ málið, tá dysturin javnaði seg, so hevur HB sitið tungt á dystinum. M.a. høvdu teir 4 royndir á stengurnar. Men í seinasta álopinum eydnaðist tað loksins, tá Hilmar Leon Jacobsen skoraði til 2-1.
Beint eftir hálvleik økti Bartal Wardum til 3-1.
60 min.: Bárður Mikkelsen hevur minkað um munin til 3-2. Nú er spenningur komin í aftur dystin og stóri munurin á liðunum fyrr í dystinum er ikki so stórur nú.
68 min.: Jákup Mortensen hevur eftir hornaspark javnað til 3-3. NSÍ hevur bart seg inn aftur í dystin eftir at tað annars sá svart út, har HB var greitt betra liðið. Nú kann alt henda, tí dysturin hevur javnað seg út í seinna hálvleiki.
77 min.: NSÍ skorar til 4-3. Johan Gaardbo var leikarin, ið møguliga avgjørdi hesa løgnu finaluna.
79 min.: Jákup Thomsen javnar til 4-4. NSÍ verjan fær ikki ruddað bóltin burtur og so kann Jákup Thomsen inni í 5-metrinum smekka bóltin í málið til 4-4. Ein frammaná til NSÍ, ið sá út til at hava stolið sigurin.
Liðugt: 4-4 og nú verður longd leiktíð á 2×10 minuttir.
Tá 8 minuttir vóru farnir av longdu leiktíðini skoraði HB til 5-4. Teit Jacobsen bleiv spældur púra leysur og einsamallur við málverjanum skeyt hann bóltin millum beinini á NSÍ málverjanum. 5-4!
Bara løtu seinni økti Bartal Wardum til 6-4 við framúr góðum langskoti. Nú er spurningurin, um NSÍ megnar at koma aftur einaferð enn?
Hálvleikur í longdu leiktíðini: 6-4 til HB, ið hevur fingið takið á dystinum aftur.
Dysturin er av og HB vann 6-4 eftir longda leiktíð. Annars var tað sera gott komið aftur av NSÍ, sum var aftanfyri 3-1 og var mest sum niðurspælt í fyrra hálvleiki. Tað manglaði eisini lítið í, at teir fóru við øllum, men Jákup Thomsen javnaði í seinasta minuttinum av vanligu leiktíðini. Í longdu leiktíðini var HB betra liðið og avgjørdi. Nógvar myndir eru komnar út frá steypahandanini.




