Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

HB vann tryggan sigur

Jákup Ósá Myndir: Oliver Joensen

Hóast HB als ikki rakti dagin, so vunnu teir at enda ein tryggan sigur móti KÍ.

Fyrsti hálvi tímin var annars javnur, har KÍ var minst líka væl við sum HB. Men HB fekk fyrsta málið í 38 min., tá Kristin Mouritsen rann í djúpdina og lyfti uppum KÍ málverjan.

Í seinna hálvleiki avgjørdi HB við tveimum hornaspørkum, har ávikavist Jóhan Troest Davidsen og Fróði Benjaminsen skoraðu. Í seinna hálvleiki var klassamunur á liðunum, har KÍ vísti lítið og einki. Endaliga úrslitið var 3-0 til HB.