HB og NSÍ spældu finaluna í kvøld.
Hjá báðum liðum mangla fleiri leikarar og NSÍ spælir nærum bara við eykaleikarum. HB er á odda 1-0 við máli frá Poul Ingason.
25 min.: 2-0 til HB. Adrian Justinussen.
26 min.: 2-1. Jannik Olsen hevur minkað um munin til 2-1. Nú er spenningur aftur í og NSÍ trýstir.
Liðugt: Pál M. Joensen smekkar bóltin umvegis stongina og inn. 3-1 til HB. Og beint eftir bríkslaði dómarin dystin av. Sostatt vann HB VFF Kup 2016, hóast liðið einki mál skoraði í innleiðandi bólkaspælinum.




