Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

HB venjarin gevst

Jákup Ósá

Venjarin hjá HB kvinnunum seinastu árini takkar nú fyri seg og søkir nýggjar avbjóðingar.

Venjarin hjá HB kvinnunum seinastu árini takkar nú fyri seg og søkir nýggjar avbjóðingar.

Allan Dybczak hevur seinastu fýra árini verið venjari hjá besta kvinnuliðnum hjá HB. Men nú takkar hann fyri seg og fer at royna aðrar avbjóðingar.

– Tá eg bleiv settur fyri 4 árum síðani var støðan HB ikki góð. Eg bleiv settur til at fáa HB á kortið aftur í føroyskum kvinnufótbólti. Tað vóru nógvir yngri leikarar í felagnum, men eingin strukturur og HB var ikki við í bestu deildini. Nú hava vit verið í topp trý í bestu deildini trý ár á rað, hava vunnið U17 kappingina tey bæði seinastu árini og nógvir leikarar spæla allan vegin niðureftir. Onkursvegna føli eg, at eg havi gjørt tað, sum eg bleiv settur til. Fyrr í ár fekk eg A-venjaraútbúgvingina og eg havi boðað leikarunum frá, at eg ikki haldi fram sum venjari hjá besta liðnum hjá HB. Eg føli, at eg havi brúk fyri nýggjum avbjóðingum. Nú spæla vit seinasta dystin leygardagin, tá vit fáa bronsu heiðursmerkini og eftir tað fari eg at anda inn og vita, um onkur spennandi uppgáva er onkustaðni, sum passar væl til mín. Eg eri tann typan, sum arbeiði hart fyri at røkka málunum og klári sjáldan at sita leingi stillur eftir, at kappingin er liðug, so nú mugu vit síggja, hvat hendir, sigur Allan Dybczak í kvøld.



Í Norðlýsinum í næstu viku, har evnið er heimsmetið hjá KÍ kvinnunum, er longri samrøða við Allan Dybczak, har hann greiðir frá sínum hugsanum kring KÍ kvinnuliðið, sum hevur vunnið FM heitið 15 ár á rað. Hann kemur m.a. inná, hvørjir leikarar hava verið týdningarmiklast, hvørjir ungir leikarar fara at taka við í framtíðini og um minniliga dystin í Klaksvík í 2007 millum KÍ og B36, tá B36 við Allani sum venjara var sera tætt við at bróta KÍ FM sigursrøðina.

Harleywoodpaint