Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

HB vísir áhuga fyri Víkinga leikara

Jákup Ósá

Tað er ikki vist, at vit hava sæð síðsta Víkingin skift felag enn.

Tað er ikki vist, at vit hava sæðsíðsta Víkingin skift felag enn.

23 ára Heðin Hansen hevur í fleiriár verið partur av besta liðnum hjá Víkingi. Í ár spældi hann16 dystir frá byrjan og kom inn í 6 øðrum dystum fyriføroyameistararnar. Heðin býr í Tórshavn og søgur hava gingiðum, at HB vísir stóran áhuga fyri at fáa Heðin í sín hóp til komandi ár. HBvenjarin er Sigfríður S. Clementsen og hann kennir Heðin frá sínitíð í Víkingi. Heðin Hansen gjørdi í fjør sáttmála viðVíking, sum eisini er galdandi fyri 2017. Men hóast hetta, so kannskiftið blíva veruleiki. Tí Heðin váttar, at samband hevur veriðmillum HB og Víking.

– Eg veit, at feløg hava spurt segfyri hjá Víkingi og at HB og Víkingur hava tosað saman. Eg búgvií Tórshavn, so tað hevði lætt um, at spælt í Tórshavn. Men eghavi havt tað gott í Víkingi og í løtuni dugi eg ikki at siga,um eg spæli við Víkingi ella HB komandi ár, sigur Heðin Hansenvið Norðlýsið.  

Heðin Hansen er sambært FaroeSoccer skrásettur fyri 104 dystir og 14 mál í Effodeildini. 

Harleyfacadeacryl