Jens Kristian Lings heldur fyrilestur um H.C. Andersen. Mikukvøldið tann 21. mai. í Atlantis.
Fyrilesturin, sum er sera undirhaldandi, snýr seg um H.C. Andersen sum skald, skemtara og heimskendi ódeyðiligleikin. Millum nógv annað, verður fokus sett á sterku trúnna hann hevði til sín sjálvan, hansara atburð í forhold til sína samtíð, hansara ferð gjøgnum Jútland í 1859, umframt hvussu nógv sóu hann sum menniskja og hansara heldur óvanliga forhold til kvinnur og børn. Jens Kristian Lings fer eisini leypandi, at lesa upp úr teksti hjá H.C. Andersen.
Um Jens Kristian Lings:
Jens Kristian Lings varð føddur í Haunstrup, tók matematisku náttúruvísindaligu próvtøkuna í studentaskúlanum í Herning og læraraútbúgving á Nr. Nissum Seminarium. Gjørdist cand. pæd. í donskum á Danmarks Lærerhøjskole (nú DPU) í Keypmannahavn og virkaði í 20 ár sum lektari á sama stað í donskum bókmentum og drama.
Jens Kristian Lings hevur síðan 1986 búð í Fjaltring tætt við havið og liva sum rithøvundur, fyrilestrarhaldari, undirhaldari (upplisið skaldskap) og málari.
Fyrilesturin verður mikukvøldið 21. mai. Kl.20:00. Atgongumerki á kr.70,- fáast á Shell-støðini í Klaksvík. Og í Atlantis ½ áðrenn fyrilesturin.
Atlantis: Klikk her




