Á seinasta løgtingsvalið gjørdist úrslitið í suðurstreymi og norðurstreymi sera javnt og stríð tók seg upp um hvørt Poul Michelsen ella Heðin Zachariassen átti seinasta tingsessin hjá Fólkaflokkinum.
Tað var dramatikkur á høgum støði, tá úrslitið hjá Fólkaflokkinum í Norðurstreymi og Suðurstreymi var greitt.
Endin var at Innlendismálaráði gjørdi eina niðurstøðu, sum gjørdi greitt at norðurstreymoy átti sessin.
Bjarni Djurholm, sum tá var umdømisvaldur, fór út í landsstýri og so slapp Poul Michelsen á ting, sum eykamaður hjá Bjarna Djurholm.
Men hesuferð bardi Poul seg fram um Bjarna og nú stendur á jøvnum millum Bjarna og Heðin.
Um verandi samgonga heldur fram og Fólkaflokkurin far landsstýrisfólk – so kann hetta útloysa lutakast millum Bjarna og Heðin tí báðir fingu 317 atkvøður.




