Heðin Askham er tann venjarin í 2013, sum hevur fingið bestu úrslitini í Effodeildini. Sigfríður Clementsen liggur beint í hølunum, meðan HB venjarin Oddbjørn Joensen einans liggur á 3. plássi.
Norðlýsið hevur hugt eftir, hvørjir venjarar hava tey bestu úrslitini í 2013 í landskappingini í Effodeildini. Og har kann ein skjótt síggja, at tvey lið at síggja til raktu væl við sínum venjarum, tá bæði NSÍ og Víkingur í summar settu nýggjan venjara. Tí tað eru Heðin Askham og Sigfríður Clementsen, sum liggja frammanfyri venjaran hjá oddaliðinum HB, ið er Oddbjørn Joensen. Bæði Heðin og Sigfríður hava verið venjarar í 10 dystum, og tí er grundarlagið framvegis nakað tunt í mun til eitt nú Oddbjørn Joensen og Albert Ellefsen, sum eru venjararnir við bestu úrslitunum av teimum liðunum við 25 dystum.
Topp 4 venjararnir við bestu úrslitunum í Effodeildini eru hesir:
1. Heðin Askham(NSÍ): 22 stig í 10 dystum, ið er 2,2 stig pr. dyst
2. Sigfríður Clementsen (Víkingur): 21 stig í 10 dystum, ið er 2,1 stig pr. dyst
3. Oddbjørn Joensen (HB): 51 stig í 25 dystum, ið er 2,04 stig pr. dyst
4. Albert Ellefsen (ÍF): 46 stig í 25 dystum, ið er 1,84 stig pr. dyst




