Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Heðin Askham blívur við at imponera

Jákup Ósá

Hóast hann einast hevur staðið á odda fyri NSÍ í 5 dystum, so síggjast greiðar ábendingar um, at føroyski venjarin við mest stigum pr. dyst eisini fær góð úrslit í NSÍ.

5 dystir og 10 stig. Einasta tapið er komið í Gundadali, tá NSÍ á ólavsøku tapti 3-2 móti oddaliðinum HB. Jú tølini hjá Heðin Askham er sannførandi og av teimum 30 stigunum hjá NSÍ, so hevur Heðin – hóast hann bara hevur verið venjari í 5 dystum av 20 – verið venjari í 1/3 av vunnu stigunum.

Í vindinum í Sarpugerði í kvøld var tað heldur ikki óuppiborið, at NSÍ vann. Liðini áttu hvør sín hálvleik, men í seinna hálvleiki sóust kanska tekin um steypa timburmenn í Víkingi. So vil tíðin vísa, um Víkingur – eins og í fjør – fer at fáa tað trupult í landskappingini eftir steypasigurin. Við sigrinum í kvøld legði NSÍ seg á 4.pláss, har teir liggja ájavnir við B36 á 3.plássi við 30 stigum.

Niðanfyri endurgeva vit, hvussu Norðlýsið metti um kvøldsins dyst fyrr í vikuni í blaðnum:


Víkingur-NSÍ

Víkingur og Sigfríður Clementsen nærmast ganga á vatninum fyri tíðina. Einki er ómøguligt og liðið vinnur og vinnur. Europa League luttøka næsta ár er longu tryggjað. Men so er spurningurin, um Víkingur eins og í fjør ikki tímir at spæla meira í landskappingini ella um teir fara at gera ein seriøsa roynd at fáa heiðursmerkið. Sam Jacobsen verður neyvan heldur keyptur heim til írestandi dystir, og hann hevur stóran týdning. NSÍ er eitt lið, ið er trupult at gera seg klókan uppá. Men seinastu tríggir landskappingardystirnir hava givið 7 stig og hetta er ein avgerandi dystur fyri NSÍ, um teir ætla sær at stríðast um seinasta Europa League plássið. Her hava vit ein mistanka um, at steypa timburmenninir í Víkingi fara at spøkja, og tí kann NSÍ fáa stig. Men útfallið av dystinum velst fyrst og fremst um motivatiónina hjá Víkingi, ið er trupul at meta um áðrenn dystin. Tipping: 2