Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Heðin Askham gevst

Jákup Ósá

Venjaraspurningurin til U21 landsliðiðfyri komandi undankapping er enn ikki svaraður.

Sáttmálin við Heðin Askham og BillM. Jacobsen gekk út eftir seinastu undankapping, so U21 landsliðiðhevur í løtuni ongan venjara. Tað er neyvan heldur nøkurkatastrofa, tí liðið skal ikki spæla undankappingardyst afturfyrr enn langt inni í 2015.

Fríðin Ziskason, formaður ílandsliðsnevndini, sigur, at venjaraspurningurin verður viðgjørdurí løtuni.

– Tað gongur neyvan long tíð, áðrennU21 landsliðsvenjara spurningurin er loystur. Vit hava tosað viðnúverandi venjarapar fyrst, og har hevur Heðin Askham boðað frá,at hann ikki ynskir at halda fram, nú hann er høvuðsvenjari hjáHB komandi tvey árini. Men vit vilja geva okkum tað tíð sumkrevst fyri at finna eina góða loysn fyri U21 komandi undankapping,sigur Fríðin Ziskason.