Saman við Sigfríði Clementsen er Heðin Askham venjarin við bestu úrslitunum í Effodeildini 2013.
HB formaðurin Finnbogi Arge hevur sat við KVF, at teir hava havt eyguni eftir Heðin Askham í fleiri ár, men at tað ikki fyrr enn nú bar til at fáa fatur á honum. Tó er ikki óhugsandi, at teir eisini at fylgt neyvt við gongdini hjá Heðini í NSÍ í ár. Tí síðani hann tók yvir í NSÍ í 13. umfarinum, so hevur NSÍ fingið fleiri stig pr. dyst enn HB. Saman við venjaranum hjá Víkingi, Sigfríði Clementsen, ið hevur júst sama stigatal sum Heðin í ár, so eru hetta venjararnir við bestu úrslitunum í Effodeildini í 2013.
Talvan fyri venjararnar sær soleiðis út:
2,08 stig pr. dyst: Heðin Askham (25 stig í 12 dystum hjá NSÍ)
2,08 stig pr. dyst: Sigfríður Clementsen (25 stig í 12 dystum hjá Víkingi)
2,00 stig pr. dyst:Oddbjørn Joensen (54 stig í 27 dystum hjá HB)
1,81 stig pr. dyst: Albert Ellefsen (49 stig í 27 dystum hjá ÍF)
1,70 stig pr. dyst: Mikkjal Thomassen (46 stig í 27 dystum hjá B36)




