Bæði til at skora mál og at lata mál ígjøgnum liggur EB/Streyma venjarin Heðin Askham í toppinum, tá tað kemur til miðal tøl.
NSÍ venjarin Anders Gerber er venjarin, sum í miðal við sínum liði hevur skorað flest mál. Men grundarlagið er bara eitt kappingarár. Hinvegin liggur EB/Streyma venjarin Heðin Askham sum einasti av hinum við yvir tveimum málum í miðal, tá vit hugsað um skorað mál. Venjarin hjá liðnum, sum í 2016 skoraði flest mál, Mikkjal K. Thomassen úr KÍ, liggur á triðja plássi við 1,88 málum í miðal pr. dyst.
Gott fyrsta ár hjá álopspartinum hjá Gerber
Niðanfyri sæst yvirlit yvir lið, sum hava skorað flest mál undir nevndu venjarum. Skorað flest mál pr. dyst í Effodeildini:
1. Anders Gerber 2,22 mál skorað pr. dyst
2. Heðin Askham 2,02
3. Mikkjal K. Thomassen 1,88
4. Trygvi Mortensen 1,82
5. Sámal Erik Hentze 1,80
6. Sigfríður S. Clementsen 1,75
7. Pauli Poulsen 1,58
8. Jákup Mikkelsen 1,38
Jákup á Borg(B36) hevur ikki verið venjari í Effodeildini áður, meðan eingin venjari er settur enn hjá Suðuroyðarliðnum, har talan mest sannlíkt verður um venjara við ongum royndum úr føroyskum fótbólti.
Liðini hjá Heðin Askham lata fæst mál inn
Tá tað kemur til at lata fá mál inn, so er myndin áleið tann sama. Teir venjararnir, sum við sínum liðum hava skorað flest mál, lata eisini fæst mál. Tó er Sigfríður S. Clementsen á 2. plássi og brýtur eitt sindur burturúr. Heðin Askham er tann venjarin, ið hevur greitt tey bestu hagtølini við sínum liðum, tá tað kemur til at lata fá mál ígjøgnum. Niðanfyri sæst yvirlit yvir lið, sum hava latið fæst mál inn undir nevndu venjarum. Latið fæst mál inn pr. dyst í Effodeildini:
1. Heðin Askham 1,09 mál inn pr. dyst
2. Sigfríður S. Clementsen 1,30
3. Anders Gerber 1,33
4. Mikkjal K. Thomassen 1,35
5. Sámal Erik Hentze 1,38
6. Pauli Poulsen 1,56
7. Trygvi Mortensen 1,79
8. Jákup Mikkelsen 2,13
Jákup á Borg(B36) hevur ikki verið venjari í Effodeildini áður, meðan eingin venjari er settur enn hjá Suðuroyðarliðnum, har talan mest sannlíkt verður um venjara við ongum royndum úr føroyskum fótbólti.




