Hóast hann hevur verið settur í samband við venjarastarvið hjá NSÍ, so bendur einki á, at Heðin Askham verður venjari í Runavík næsta ár sambært honum sjálvum.
Í seinasta blaðnum skrivaðu vit, at Heðin Askham og Sigfríður Clementsen vóru nevndir í sambandi við venjarastarvið hjá NSÍ. Men Heðin Askham verður ikki venjari næsta ár sambært honum sjálvum.
Tekur ein steðg
Heðin Askham sigur í stuttari viðmerking við Norðlýsið, at hann hevur umhugsað støðuna.
– Eg havi gjørt upp við meg sjálvan og ætli at taka ein steðg frá fótbóltinum í 2016. Tað havi eg boðað øllum áhugaðum liðum frá. So hóast ein ongantíð skal siga ongantíð, so liggur tað ikki í kortunum, at eg verið venjari næsta ár, sigur Heðin Askham. Hann vil ikki gera viðmerkingar til, um samband hevur verið millum hann og NSÍ, sum søgur vilja vera við. Tó dylur hann ikki fyri, at hann var rættuliga glaður fyri tíðina í NSÍ í 2013 og hann heldur eisini, at NSÍ starvið verður eitt tað mest spennandi venjarastarvið í Føroyum komandi árini.




