Heðin Mortensen sum í gjár varð tveittur úr borgarstjórasessinum í Havn, er ikki bara borgarstjóri. Hann er eisini løgtingsmaður og 17. tingmaður hjá samgonguni.
Heðin Mortensen sum í gjár varð tveittur úr borgarstjórasessinum í Havn, er ikki bara borgarstjóri. Hann er eisini løgtingsmaður og 17. tingmaður hjá samgonguni. Har lovar hann nú at hevna seg, men spurningurin er, hvønn hann kann hevna seg inná?
Hann kann atkvøða ímóti uppskotum sum koma frá Tjóðveldi og Framsókn, og soleiðis takka teimum fyri seinast, men hann má eisini hugsa um, at hvørja ferð hann ger tað, so ger hann Anniku Olsen og Fólkaflokkinum eina stóra tænastu, meðan hansara egni flokkur, Javnaðarflokkurin, verður veikari.
Er tað nakað, ein andstøðuflokkur í løgtinginum kann brúka, so er tað rumbul í samgonguni.




