Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Heðin hevur ikki søkt um at sleppa úr borgarstjórastarvinum

John William Joensen

– Eg bíði til løgmaður hevur sett meg í starv sum landsstýrismann, sigur Heðin Zakariassen

Sambært kommunustýrislógini kann borgarstjóri biðja um farloyvi í tveir mánaðar og starvið sum landsstýrismaður verður styttri enn tveir mánaðar.

– Men eg fari ikki at søkja um farloyvi frá sunda Kommunu fyrr enn eg fái boðini frá Løgmanni um at eg eri settur í starv sum landsstýrismaður, sigur Heðin í stuttari viðmerking.