Fríggjadagin 22. August letur upp nýggj listaframsýning í hølunum hjá P/f Leif Mohr á Kambsdali, við ongun minni enn listamanninum Heðin Kambsdal.
Heðin Kambsdal er føddur í Fuglafirði 1951. Frá barnsbeini av var Heðin áhugaður í list. Morbróðir Heðin, Símun Johannesen, sum málaði í síni frítíð, var fyrsti íblástur hansara í list. Sum 16 ára gamal var Heðin til eina listaframsýning av Jóannis Kristiansen. Spælið ímillum ljósið og myrkrið frá myndunum, sum eyðkennir málningarnar hjá Heðin í dag, er sprottin út hesi framsýning. Fyrstu myndirnar hjá Heðin vóru blýantstekningar ella evnaðar til við oljukriti. Í 1965 fekk Heðin sína fyrstu oljumálningaútgerð og byrjaði at gera oljumálningar.
Heðin Kambsdal er ein av okkara fremstu og evnaríkastu listamálarum nakrantíð. Umframt at mála, er Heðin eisini útbúgvin sum organistur á Musikkonservatorium í Danmark, hevur virka sum organistur og kórleiðari bæði í Føroyum og í Danmark, eisini hevur hann haft frálæru í list og tónleiki. Heðin er í dag organistur í Fuglafjarðar kirkju.
Á framsýningini hesaferð, hevur Heðin eitt vakurt úrvæl av stórum og smærri nýggjum oljumálningum, flest teirra eru náttúrulýsingar .
Ferniseringin verður fríggjadagin 22. August kl. 17.00 til 20.00, har listamaðurin verður at hitta, vit bjóða kaffi, kakao og køkur, eisini verður tónleikaframførðsla afturvið. Ókeypis atgongd.
Framsýningin heldur fram í umleið ein mánað.
Vanligar upp og afturlatingartíðir hjá Leif Mohr á Kambsdali:
Mánadag – Fríggjadag 10.00 – 17.30
Leygardag 10.00 – 13.00
Tel. 47 12 20
t-post. ss@lm.fo
Øll eru hjartaliga vælkomin




