Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Heðin keypt Tjóðveldi – kommunan skal gjalda

John William Joensen

Fyri at varðveita politiska meirilutan við Heðin Mortensen sum borgarstjóra, skal Tórshavnar Kommunu nú seta tveir politikarar í starv umframt borgarstjóran, verður sagt í tíðindaskrivi

Tíðindaskriv

Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi í Tórshavnar býráð høvdu seinnapartin mánadagin 17. november serstakan fund um, hvussu javnvág verður tryggjað í samgonguni í tí dagliga arbeiðnum á Ráðhúsinum og út eftir til almenningin.

Flokkarnir vilja arbeiða fyri at broyta politiska bygnaðin soleiðis, at ið hvussu so er tveir politikarar aftrat borgarstjóranum eru dagliga til arbeiðis í kommununi hvør á sínum øki – trivnaðarøkinum og tekniska økinum.

Hetta verður gjørt til tess at styrkja um fólkaræðisligu umboðanina í dagligdegnum og til tess at gera politiskar málsgongdir smidligari og skjótari.

Farið verður beinanvegin undir arbeiðið at fáa í lag nýggju skipanina og miðað verður eftir at seta hana í verk 1. januar 2009.

Tílík nýskipan krevur broytingar og flokkarnir eru tí samdir um, at verður skipanin ikki klár 1. januar 2009, fer ein politikari úr Tjóðveldi sum bráðfeingis loysn at hava sítt dagliga arbeiði á Ráðhúsinum frá 1. januar 2009.

Eftir hesa semju eru flokkarnir til reiðar at halda fram at samráðast um samgongugrundarlagið sum heild, og kallað verður inn til fund at skipa nýggja býráðið fríggjadagin 28. november klokkan 17.00.

Tórshavn 17.11.2008
Javnaðarflokkurin Tjóðveldi

Heðin Mortensen           Bogi Andreasen
Halla Samuelsen            Marin Katrina Frýdal
Elin Lindenskov              Jógvan Arge
Levi Mørk                       Jákup Símun Simonsen
Maria Hammer Olsen

.